NORÐOYASTEVNURÓÐURIN 2020 Innbjóðing tilróðrarfeløgini
Klaksvíkar Róðrarfelag bjóðar tykkum at vera vælkomin til ársins fyrsta FM-róður á Norðoyastevnu, leygardagin6. juni 2020.
Tíðarkarmur
Miða verður ímóti, at róðurin verður avgreiddur undir somu tíðarkørmum sum vanligt. Feløgini fáa skriv frá RSF, nær teir ávísuróðrarnir byrja.
Frásetan av kappróðrarbátum
• Merkt verður upp, hvar bátarnir skulu standa (sí kort).
• Tá ið bátur eru settur av vogni, ber til at parkera bil og vogn á parkeringsøkið.
• Mælt verður til, at manningar ikki verða óneyðuga leingi á kaiøkinum áðrenn teirra róður byrjar. Hugsi um frástøðu og reinføri.
Tveir dráttir
• 5-mannfør verða flotaði og drigin upp á land á dráttinum á kaiøkinum.
• 10-, 8- og 6-mannfør verða flotaði á dráttinum á Biskupstøð, men drigin upp á land á kaiøkinum (har heiðurs-merkjahandan ferfram).
• Bátar, sum verða flotaðir á Biskupstøð, skulu leggja at á flótibrúgv 2 og heinta tal í talbilinum. • Eingi hjálparfólkverða á dráttinum á Biskupstøð, sum er ætlaður til vaksin fólk.
Manningarskifti og spritting
• Manningarskifti fer fram á flótibrúgv 2
• Tað er ábyrgd hjá feløgunum at halda reinføri í bátinum millum manningarskiftini (minnist til at hava spritt við).
Heiðursmerkjahandan
• Heiðursmerki verða handaði eftir hvønn róður.
• Bátsformaðurin hevur ábyrgd av at heinta heiðursmerkini á avmerktum staðið. Hetta skal verða gjørt beint eftir róðurin.
Ábit
• Einki ábit verður til rógvarar í ár. Vit mæla til, at rógvarar taka matpakka við. Eisini ber til at keypa sær eitthvørt á kaiini (INN-handilog smásøla).
Koyrileið
• Vinaliga brúki uppmerktu koyrileiðina til dráttirnar. Sí kort.
Áskoðarar
• Í ár mæla vit fólki til at brúka ymisk pláss kring vágna sum áskoðararpláss (sí kort). Áskoðarar kunnu spjaða seg og ikki savnast íbólkum – vit fara ikki at taka áskoðaragjald. Eisini ber til at hyggja eftir róðrinum í KVF.
Vit heita vinaliga á øll, sum ætla at hyggja eftir Norðoyastevnuróðrinum um at stuðla KRF á atgongumerki.fo ella við vanligariflyting á á stuðulskontu 9865 1029961.
Hesi boðini eru tit meira enn vælkomin at bera víðari til fólk, sum ætla sær at hyggja eftir kappróðri á Norðoya-stevnu:)
Við ynski um ein góðan og spennandi kappróðrardag leygardagin 6. juni 2020.
Vinaliga
Klaksvíkar Róðrarfelag Sonja Kjølbro,forkvinna 258600 klaksvikarrf@gmail.com