«2023»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S
Barnaróður-dreingir





Barnaróður-gentir




   
5 mf-gentir



   

5 mf-dreingir



5 mf-kvinnur



   
6mf-menn



6 mf-kvinnur



   
8 mf

10 mf






Vestanstevnan 2013

 Sørvágur tann 9. juli 2013

Til feløgini

 

Sørvágs róðrarfelag vil við hesum bjóða øllum róðrarfeløgunum hjartaliga vælkomin til kappróður á Vestanstevnu, sum verður í Sørvági 13. Juli 2013.

 

Barnaróðurin byrjar kl 13.00 sum vanligt. Vit vilja heita á barnamanningar at møta í seinasta lagið kl 12.00. FM-róðurin byrjar kl 15.00 vit vilja tí heita á aðrar manningar at møta seinasta lagi kl 14.00.

Øll hjálparfólk ganga í gulum vestum. Ivast tit í nøkrum so spyr tey.

-       Kappróðarfólk sleppa út á keiøkið.

-       ferðslan ovara og niðaraveg.

Frásetan av kappróðrarbátum:

Bátanir koma í ár at standa í bátahylinum. (1)

Parkering av lastbilum og bilum ið koyra bátar skulu standa á keiøkinum (2)

Drátturin er á horninum í bátahylinum, har tølini eisini vera útflýggja. (3)

Um ein bátur skal skifta bátsmanning fyrigongur tað í fyrstu bátabrúnni í bátahylinum (4)

 

Matur:

Smyrjibreyð fæst til kappróðrarfólki í matarsalinum hjá Luna, blái bygningurin á keiini (5). Matarseðlar kunnu heintast á staðnum.

 

WC:

 Sørvágs kommuna hevur bygt tvey WC-skýl við nýggju egningarskúrarnar á keiini (6)

 

Steypahandanin:

Steypahandanin verður á keiøkinum (frammanfyri egningarskúrarnir (6)) eftir kappróðurin.

Kappróðrarøkið:

Framvið keiini hanga skelti fyri hvørjar 100 m teir seinastu 500 m.

Fastur startur er við 500 m, 1000 m og 2000 m málið.

Hjálagt er kort yvir róðrarøkið.

Manningar í ætla at lutaka uttan fyri FM, biðjast siga frá á tlf. 280493 í seinasta lagi hósdagin 11. Juli 2013.

Heitt verður á feløgini at kunna rógvararnar um hetta skriv.

 

 

 

 

Við róðrarkvøðu

Sørvágs Róðrarfelag

Linda Vest Niclasen, forkvinna