
Tíðindaskriv in.fo
Marita á Rógvi 25.02.2014 (06:00)
Gongur væl at manna reyðu drekarnar
- Minst tíggju manningar fara at umboða Argja Róðrarfelag í summar, sigur nevdarlimur Høgni Jacobsen.
Argja Róðrarfelag varð stovnað í 1982, men telist í dag millum størstu kappróðrarfeløgini í landinum. Felagið vann heiðurin ´Ársins Felag´ í 2011, og síðani hevur gongdin bert verið jalig. Í ár umboða tíggju kappróðrarmanningar reyða drekan, sum er eyðkenda drekastevnið hjá felagnum.
- Sum støðan er nú, er ein gentumanning í barnaróðri, Fimmmannafarið Blikur er mannaður við bæði gentum, dreingjum og kvinnum, og fimmmannafarið Teistin er eisini mannaður við kvinnum. Seksmannafarið Lómur fær úr at gera í summar. Hann er nevniliga mannaður við kvinnum, monnum og oldgirls. Áttamannafarið Argjabáturin er mannaður, og so er manning eisini funnin til nýggja tíggjumannafarið, sigur Høgni Jacobsen, sum sjálvur skal rógva við nýggja tíggjumannafarinum.
Hann dylur ikki, at felagið væntar sær nógv góð úrlsit í ár.
- Mann væntar altíð nógv av øllum manningunum, og soleiðis er eisini í ár, sigur Høgni Jacobsen.
Milum annað hevur hann serliga góðar vonir til gentumanningina á Bliki, sum vann silvur í 2013. Eisini er hann avgjørdur um, at kvinnumanningin á Teistanum og oldgirls fer at blanda seg í oddin í summar. Tíggjumannafarið skal á ovastu rók, sigur Høgni Jacobsen
- Tíggjumannafarið fer eftir gullinum. Vit hava eina sera roynda manning, og allir hava róð í nógv ár, sigur Høgni Jacobsen.
Ein nýggjur dreki til flotan
Flotin á Argjum rúmar sjey bátum: Æðan, Blikur, Teistin, Lómur, Argjabáturin, gamli Argjabáturin og Hoyvíkingur. Í ár kemur áttandi báturin til felagið. Talan er um eitt nýtt tíggjumannafar, sum er í gerð í løtuni.
- Vit hava bílagt eitt tíggjumannafar. Eg veit ikki, um hann (Sámal Hansen, red) hevur strekt kjølin enn. Tað er ikki avgjørt enn, hvussu nýggi báturin skal eita. Nevndin fer at taka støðu til hetta í næstum, sigur Høgni Jacobsen.
Orsøkin til, at eitt nýtt tíggjumannafar er bílagt er til tess at veita rógvarum á Argjum eitt eyka tilboð. Um rógvarar eitt nú ætla sær víðari úr einum áttamannafari og í eitt tíggjumannafar, er ikki longu neyðugt at leita sær til Havnar Róðrarfelag ella Róðrarfelagið Knørr. Hann leggur tó afturat, at sum landið liggur í løtuni, er einki annað tíggjumannafar mannað. Hann vónar tó, at onnur tíggjumannafør verða mannað skjótt, so nýggja tíggjumannafarið hjá Argja Róðrarfelag ikki leggur einsamalt til start á Norðoyastevnu.
Norðoyastevna verður 31. ma