Sundalagsstevnan í Kollafirði 2012
Til róðrarfeløgini
Hervið bjóða vit øllum luttakandi róðrarfeløgum vælkomin á Sundalagsstevnu í Kollafirði 16. juni 2012.
Barnaróðurin byrjar kl. 1300, og skulu bátarnir í hesum róðrum møta á havnalagnum við dráttin í seinasta lagi kl. 1200.
FM-róðurin byrjar kl. 1500, og skulu bátarnir í hesum róðrum møta á havnalagnum við dráttin í seinasta lagi kl. 1400.
Bátarnir skulu setast niðanfyri Atlanticpane (víst á viðlagda kortinum). Ábyrgdarfólk verða á staðnum, sum vísa á plássini til bátastøddirnar.
Róðrarfólk, bilførarar til bátarnar og hjálparfólk hjá manningunum verða boðin til suppu í matarhøllini á kryvjivirkinum hjá Bakkafrost.
Steyp og heiðursmerkir verða handaði við málið eftir róðurin.Tey feløg, sum hava ferðasteyp í varðveitslu, verða biðin u, at hava tey við at lata hjálparfólkinum við dráttin.
./. Hjálagt er kort yvir róðrarøkið
Heitt verður á feløgini um at bera upplýsingarnar víðari til róðrarfólkið og bilførarar.
Við róðrarkvøðu
v/Kollafjarðat Ítróttarfelag
Hallgrím Hansen
tlf. 222860