«2023»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S
Barnaróður-dreingir





Barnaróður-gentir




   
5 mf-gentir



   

5 mf-dreingir



5 mf-kvinnur



   
6mf-menn



6 mf-kvinnur



   
8 mf

10 mf






Sundalagsstevnan 2014

 

Innbjóðing til Sundalagsstevnu 2014.

 

Hósvíkar Róðrarfelag vil við hesum skrivi bjóða tykkara felagi at verða hjartaliga vælkomin til luttøku í kappróðrinum á Sundalagsstevnuni 2014, sum verður í Hósvík.

FM-róðurin byrjar Leygardagin 14. juni kl. 15.00, stundisliga, og róðurin hjá børnum byrjar kl. 13.00, stundisliga. Vit vilja heita á allar manningar at møta minst ein tíma áðrenn.

Um nóg stór luttøka verður, er ætlanin at skipa fyri oldgirls og oldboys við 6-mannaførum og gomlum 6-mannaførum. Um tit hava áhuga, so skal meldast til á tlf. 722 503 áðrenn týskvøldið 10. juni.

Á viðlagda kortinum eru tey støðini avmerkt  við hesum tølum, sum kappróðrarfólkið mest skal leggja til merkis.

1.     Innkoyring. GG!! Bert bilar við báti sleppa oman á keiina - kappróðrarfólkið má parkera fram við vegnum ella uppi í bygdini.

2.     Vesivognur uttan fyri Marine Harvest økið

3.     Steyp og heiðursmerkir verða handað við asfalttangarnar aftaná róðrarnar.

4.     Matur til kappróðrarfólkið í Renovent bygninginum, opið verður frá kl. 11.00.

5.     Drátturin er við P/f THOR bygningin. Her skulu bátarnir eisini standa býttir upp soleiðis, at hvør bátastødd kemur at standa fyri seg. Eitt skilti er uppsett, sum vísir, hvar hvør bátastødd skal standa. Numrini verða eisini útflýggja her.

6.     Parkering fyri bátavognar og lastbilar aftanfyri Krás, sum verður ávíst av fólkið á staðnum.

Tey feløg, sum hava ferðasteyp frá Sundalagsstevnuni 2013 í varðveitslu, verða vinarliga biðin um at taka tey við, tá ið komið verður, og lata tey til fólkini við dráttin. Vit síggja við takksemi til, at steypini verða avleverað aftur væl umgingin og í góðum standi.

Vinarliga kunnið róðrarfólk tykkara um hetta skriv!

Verðið hjartaliga vælkomin á Sundalagsstevnuna 2014.

 

Við Róðrarkvøðu

Hósvíkar Róðrarfelag

Sarita G. Joensen, forkvinna. Tlf. 722503.