«2023»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S
Barnaróður-dreingir





Barnaróður-gentir




   
5 mf-gentir



   

5 mf-dreingir



5 mf-kvinnur



   
6mf-menn



6 mf-kvinnur



   
8 mf

10 mf






Siggert farin.

 


Siggert Johansen farin

 

Í kvøld fingu vit tey tungu boð, at fyrrverandi formaður felagsins, Siggert Johansen hevur lagt sínar árar inn fyri seinastu ferð.

Siggert kom í nevndina hjá AR í  1985 og var hann í nevndini líka fram til 1996, hann var eisini formaður í nøkur ár.

Siggert var ein av undangongumonnunum, saman við øðrum góðum fólkum, at byggja neystið hjá felagnum. Siggert stóð øll árini fyri útleigingini og hevði haraftrat bingospæli hjá felagnum.

Siggert var sera góður við felagið og stuðlaði tí líka til hann nú andaðist. AR takkar Siggerti fyri hansara stuðul og hjálp til felagið.

Við hesum fáu orðum vil Argja Róðrarfelag lýsa frið yvir minnið um Siggert Johansen.

 

Við samkenslu

Argja Róðrarfelag