Norðoystevnan 2018
Innbjóðing til Norðoyastevnu 2018
Hervið bjóða vit til kappróður á Norðoyastevnu 2018.
FM-róðurin er Norðoyastevnuaftan, leygardagin, 2. juni, kl 13.30 stundisliga við barnaróðurinum har teinurin er 500 metrar. Róðrarnir har teinurin er 1000 metrar, byrjar kl. 15.00 stundisliga.
Bilar við róðrarbátum
Allir bátar sum skulu luttaka í barnaróðrinum, skulu verða á róðrarøkinum áðrenn kl 12.00, teir sum bara luttaka á 1000 metra teininum, skulu verða á róðrarøkinum áðrenn kl. 13.00.
Merkt er upp, har tær ymsu bátastøddirnar skulu standa, og vit ynskja at bátarnir standa á bátavognunum, tað er niðanfyri Parlamentið og sunnanvert og frammanfyri dráttin við Klaksvíksgarðin. Manningarnar vera vinarliga bidnar um at halda seg til hesar ásetingar. Dráttur og útflýggjan av tølum er á sama stað.
Væntandi verður rennikapping Norðoyastevnuaftan, tí kann roknast við at miðbýurin er stongdur fyri ferðslu millum kl. 11.00 og kl 12.30, tí kann verða skilagott at koyra frá rundkoyringini við Norðoyatunnilin til Oman Eið síðan eftir Undir Fossum, Undir Hálsi, Undir Klakki og heim eftir Stokkoyravegi til A-handilin og oman á róðrarøkið.
Matur
Áðrenn róðurin verður smyrjibreyð at fáa í kantinuni hjá NFCS (mynd 1) frá kl.12.00 – 17.00. Ferðaleiðarar og bilførarar eru eisini vælkomin at fáa sær ein bita.
Fasti starturin
Gjørt verður vart við, at fasti starturin er festur í land við 1000 metra málið. Bátarnir, sum ætla sær longri út, verða bidnir um at halda seg vestaru megin róðrarøkið. Vestaru megin er á tí síðuni, har bátarnir verða flotaðir.
Starturin til barnaróðurin
Umleið kl. 12.00 verður starturin til barnaróðurin spentur upp á 500 metra málinum, og verður tikin niður tá barnaróðurin er av, umleið kl. 14.00.
Steypahandan:
Aftaná róðurin verða steyp og heiðursmerkir handaði í Klaksvíksgarðinum, stutt frá dráttinum.
Heitt verður á feløgini um at bera upplýsingarnar víðari til róðrarfólkið og bilførararnar. Hava tit spurningar ella annað, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.
Við róðrarkvøðu
Klaksvíkar Róðrarfelag
Ísak Mikladal, formaður
Tlf.: 232052
T-post: imikladal@gmail.com