«2022»Í dag«Nov»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30        
M T M H F L S
Barnaróður-dreingir





Barnaróður-gentir




   
5 mf-gentir



   

5 mf-dreingir



5 mf-kvinnur



   
6mf-menn



6 mf-kvinnur



   
8 mf

10 mf






Norðoyastevnan 2016



 Innbjóðing til Norðoyastevnu 2016.


Klaksvíkar Róðrarfelag vil við hesum bjóða tykkum vælkomin á Norðoyastevnu 

FM-róðurin er Norðoyastevnuaftan, leygardagin, 4.juni 2015, kl 15 og barnaróðurin byrjar kl 13.30

Barnaróðurin byrjar kl. 13.30. og skulu bátarnir í hesum róðrum møta við dráttin í seinasta lagi kl 12.30.
FM-róðurin byrjar kl 15.00 og skulu bátarnir í hesum róðrum møta við dráttin í seinasta lagi kl 14.00.

Merkt er upp, har tær ymsu bátastøddirnar skulu standa, tað er niðanfyri Parlamentið og sunnanvert dráttin við Klaksvíksgarðin. Manningarnar vera vinarliga bidnar um at halda seg til hesar ásetingar. Dráttur og útflýggjan av tølum er á sama stað.

Væntandi verður rennikapping Norðoyastevnuaftan, tí kann roknast við at miðbýurin er stongdur fyri ferðslu millum kl. 11.00 og kl 12.30. 

Matur
Ssmyrjibreyð verður at fáa í kantinuni hjá NFCS (mynd 1) frá kl.13.00. til kl 16:30 Ferðaleiðarar og bilførarar eru eisini vælkomin.

Fasti starturin
Gjørt verður vart við, at fasti starturin er festur í land við 1.000 metra málið. Bátarnir, sum ætla sær longri út,verða bidnir um at halda seg vestaru megin róðrarøkið. Vestaru megin er á tí síðuni, har bátarnir verða flotaðir.

Steypahandan:
Aftaná róðurin verða steyp og heiðursmerkir handaði í Klaksvíksgarðinum, beint við dráttin. 
Feløg, ið hava ferðasteyp í varðveitslu, verða biðin um at lata tey inn í talbilin við dráttin, ímillum kl 10.00 – 13.00.

Heitt verður á feløgini um at bera upplýsingarnar víðari til róðrarfólkið og bilførararnar. Hava tit spurningar ella annað, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Við róðrarkvøðu
Klaksvíkar Róðrarfelag

Jórun Høgnesen, forkvinna
Tlf.: 215450
T-post: jorunh@olivant.fo