«2023»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S
Barnaróður-dreingir





Barnaróður-gentir




   
5 mf-gentir



   

5 mf-dreingir



5 mf-kvinnur



   
6mf-menn



6 mf-kvinnur



   
8 mf

10 mf






Mortan á Geil farin.

 Í dag fingu vit tey tungu boð, at Mortan á Geil er farin.

Mortan var Argjamaður og hevði ein sera góðan tokka til Argja Róðrarfelag. Mortan sat eisini í nevndini hjá felagnum í nøkur ár.

Mortan var altíð tøkur, tá heitt var á hann, hann hjálpti til at fáa fígging til felagið, bæði her heima og uttanlanda, og hevði hann altíð eitt vaki eyga við neystinum.

Mortan var góður við felagið frá byrjan av og nú hann lá til tað síðsta, vóru tankar hansara eisini hjá felagnum. Argja Róðrarfelag vil takka Mortani fyri hansara hjálp og stuðul.

Við hesum fáu orðum vil Argja Róðrarfelag lýsa fríð yvir minni um Mortan á Geil.


Við samkenslu

Argja Róðrarfelag