«2023»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S
Barnaróður-dreingir





Barnaróður-gentir




   
5 mf-gentir



   

5 mf-dreingir



5 mf-kvinnur



   
6mf-menn



6 mf-kvinnur



   
8 mf

10 mf






Jóansøka 2018

 


                                                                                                                                      Vágur 21.06.2018 

 

Til feløgini! 

 

Vágs Kappróðrarfelag  vil við hesum bjóða øllum róðrarfeløgum kring landi, hjartaliga 

vælkomnum á jóansøku, sum verður í Vági leygardagin 23. Juni 2018 kl.15:00.  

 

Byrjað verður við barnaróðrinum kl.13:30. Vit vilja tí heita á hesar manningarnar um, at møta 

á keiøkinum í seinasta lagi kl.12:30. 

 

Allar manningar til FM-róðurin, skulu møta á keiøkinum í seinasta lagi kl.13:00. 

 

Øll hjálparfólk hjá VK vera í gulum vestum. Ivast tit í nøkrum, er bara at spyrja tey.  

 

Bátarnir skulu setast á keiøkið, har tað er uppmerkt eftir bátastødd. 

 

Tølini til bátarnar vera útflýggjað, har bátarnar fara á sjógv.

 

Matur:

Suppa við breyð verður á fáa, í niðaru hædd á “Tangavirkinum”

 

WC:  

Er á Heimavirkinum 

 

Steypahandanin:

Steypahandanin fer fram, sum undan farin ár á Minnisvarðaøkinum mitt í bygdini aftaná kappróðurin. 

 

Kappróðrarøkið: 

Kappróðurin ferð fram inn eftir fjørðinum, á kappróðrarøkinum er skelti fyri hvørjar 100 m teir seinastu 500 m.  

Tann fasti starturin á 500 m er festur í land og umborð á Smyril, sum liggur við kai.

1000 m startin, er festur inn á land á sunnari síðu á fjørðinum, og umboð á sleipibátin ”Merkur”

 

Bátar, sum skulu út á startin, vera tí bidnir um at halda seg á norðaru síðu á fjørðinum, tá róð verður út. 

Upphiting til róður gongur fyri seg, á norður síðu á fjørðinum, frá flakavirkinum og úteftir.

 

Avrógving er møgulig vestast á fjørðinum.

 

Hjálagt er kort yvir róðrarøkið.  

Heitt verður á feløgini um, at kunna rógvarar um hetta skriv.  

 

Hava tit spurningar eru tit vælkomin at ringja til Rógva Kærbech, stevnuleiðari á tlf. 293044 

 

Við róðrarkvøðu  

 

Vágs Kappróðrarfelag  

Rógvi Kærbech