«2023»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S
Barnaróður-dreingir





Barnaróður-gentir




   
5 mf-gentir



   

5 mf-dreingir



5 mf-kvinnur



   
6mf-menn



6 mf-kvinnur



   
8 mf

10 mf






Innbjóðing til Norðoyastevnu 2014

 

 

Innbjóðing til Norðoyastevnu 2014

 


Hervið bjóða vit til kappróður á Norðoyastevnu 2014.

FM-róðurin er Norðoyastevnuaftan, leygardagin, 31. mai 2014, kl 15.00 stundisliga, og barnaróðurin byrjar kl 13.00.

 

Bilar við róðrarbátum

Allir bátar skulu verða á róðrarøkinum áðrenn kl 12.00.

 

Merkt er upp, har tær ymsu bátastøddirnar skulu standa, tað er niðanfyri Parlamentið og sunnanvert dráttin við Klaksvíksgarðin. Manningarnar vera vinarliga bidnar um at halda seg til hesar ásetingar. Dráttur og útflýggjan av tølum er á sama stað.

 

Væntandi verður rennikapping  Norðoyastevnuaftan, tí kann roknast við at miðbýurin er stongdur fyri ferðslu millum kl. 11.00 og kl 12.30.

 

Matur
Áðrenn róðurin verður smyrjibreyð at fáa í kantinuni hjá NFCS (mynd 1) frá kl.10.00 – 13.00. Ferðaleiðarar og bilførarar eru eisini vælkomin.


Fasti starturin

Gjørt verður vart við, at fasti starturin er festur í land við 1.000 metra málið. Bátarnir, sum ætla sær longri út,verða bidnir um at halda seg vestaru megin róðrarøkið. Vestaru megin er á tí síðuni, har bátarnir verða flotaðir.


Steypahandan:
Aftaná róðurin verða steyp og heiðursmerkir handaði í Klaksvíksgarðinum, beint við dráttin.

Feløg, ið hava ferðasteyp í varðveitslu, verða biðin um at lata tey inn í talbilin við dráttin, ímillum kl 10.00 – 13.00.


Heitt verður á feløgini um at bera upplýsingarnar víðari til róðrarfólkið og bilførararnar. Hava tit spurningar ella annað, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.


Við róðrarkvøðu

Klaksvíkar Róðrarfelag



Ísak Mikladal, skrivari

Tlf.: 232052

T-post: isak@football.fo