
Innbjóðing til Jóansøku á Tvøroyri.
FSR Froðbiar Sóknar Róðrarfelag
Dagfest á Tvøroyri hin
23. juni 2013
Til kappróðrarfólkini !
Hjartaliga
vælkomin til kappróðurin á Jóansøku 2013, ið verður
leygardagin
29. juni á Trongisvágsfirði.
Bátarnir skulu
standa:
Bátarnir skulu setast millum Faroe Ship og bátahylin, har bátadrotturin eisini er. Skiltir eru uppsett og vegleiðing á staðnum. Smyril leggur at á krambatanga so allir bátar verða noyddur at koyrast yvur. Um átrokandi hjálp til tess kann ringjast 772900. Eyka bussar eru settur til at koyra so har er eingin vandið.
Latbilar:
Lastbilar ið koma verða bidnir um at fara til plássið har vognarnur fara at standa.
Bátadrátturin:
Bátadrátturin er við endan av bátahylinum og har verða bátanumrini útflýggjaði.
Matur:
Matur verður at fáa í kantinuni í skúlanum nakað omanfyri keiina frá kl. 12-17. Eisini verður høvi at keypa sær okkurt at eta á keiini.
WC:
Møguleiki er at fara á wc í skúlanum , og hjá Tvør. Havn og Forminnissavninum.
Róðurin og
manningarskift:
FM róðurin byrjar kl 15.00 stundisliga. Manningarnar skifta inni í bátahylinum tætt við drátt til bátar á sjógv
Barnaróður:
Barnaróðurin byrjar kl 13.00 stundisliga.
Old-boys/girls róður:
Er áhugið, verður skipað fyri old-girls- og old-boys róðri, har aldurin verður 35 ár og eldri.
Boðast skal frá hjá FSR v/ Júst Johannesen 26. juni kl 21.00. Tlf sí niðanfyri.
Steypahandanin:
Beint eftir
róðurin verða steypini handaði í Miðbýnum omanfyri Bónus .
Áheitan frá FSR um at lata allar
manningarnar verða við til steypahandinanina.
Tey feløg, ið
hava ferðasteyp í varðveitslu, verða biðin at lata tey inn har numrini verða útflýggjaði.
Um okkurt
felag hevur vunnið ferðasteypið til ognar, verða tit biðin at siga frá skjótast
gjørligt.
Heitt verður á feløgini um at bera upplýsingarnar
víðari til róðrarfólkið.
Mynd viðheft.
Við róðrarkvøðu
Júst Johannesen formaður
tlf. 772900