«2023»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S
Barnaróður-dreingir





Barnaróður-gentir




   
5 mf-gentir



   

5 mf-dreingir



5 mf-kvinnur



   
6mf-menn



6 mf-kvinnur



   
8 mf

10 mf






Innbjóðing til Eystanstevnu 2018

 Góðu kappróðrarfólk,

Vælkomin til Runavíkar á Eystanstevnu 2018, sum verður hildin leygardagin 16.juni 2018. 

Viðlagt eru skjøl, sum vísa, hvussu vit hava skipað kappróðrarøkið.

 

Í mun til undanfarin ár, hava vit flutt kappróðrarøkið nakað norðureftir, men tilkoyringin er tann sama sum áður, bert skal man snara norður eftir bryggjukantinum frá havnarskrivstovuni. Har hava vit skipað parkering til áskoðarar, og longri norðuri sjálvt kappróðrarøkið.

 

Málið er á teirri nýggju bryggjuni, og alt viðvíkjandi kappróðrinum verður innanfyri 100m frá málinum, tvs bátapláss, nummur, dráttur og pláss at skifta manningar.

Tó hava vit hildið fast við at bjóða tykkum kappróðrarfólkum mat og toilet í hølunum hjá Faroe Origin, sum er sunnanvert havnarskrivstovuna.

 

Vit eru sera spent at royna nýggja kappróðrarøkið, og bjóða tykkum vælkomin til tað, sum vit vóna fer at roynast kappróðrinum og tykkum ítróttarfólkum at frama.

 

Við ítróttarkvøðu

Kappróðrarfelagið NS