Eingin kappróður í 2020
Róðrarsamband Føroya hevur avgjørt, at skipað verður ikki fyri FM kappróðri í ár.
Róðrarsamband Føroya hevur í kvøld kunnað kappróðrarfeløgini um avgerðina, og
kappróðrarfeløgini taka undir við avgerðini hjá Róðrarsambandi Føroya.
Róðrarsamband Føroya gjørdi saman við kappróðrarfeløgunum eitt uppskot um, hvussu venjing
kann skipast, og hvussu kappróður kann avgreiðast við atliti at tilmælunum frá myndugleikunum
um smittufyribyrging.
Koronaráðgevingin hevur mett um uppskotið, sum varð gjørt um skipan av kappróðrinum í ár.
Koronaráðgevingin metir ikki, at tað er møguligt at rógva kapp á tryggan hátt út frá einum
heilsufrøðiligum sjónarmiði í koronatíðum. Fjarstøðan millum bekkirnar er ov stutt og andingin
hjá rógvarunum av góðum grundum stór og kraftmikil. Hetta hevur við sær, at eitt felags
útandingarsirm vil liggja um bátin, so allir rógvarar eru í smittuvanda. Mett verður ikki, at
møguleikar eru fyri verndarátøkum so sum maskum og handskum. Koronaráðgevingin mælir tí
frá at rógva kapp í ár.
Vísandi til greiðu boðini frá Koronaráðgevingini, mælir Róðrarsamband Føroya somuleiðis frá, at
vant verður í bátunum.
Róðrarsamband Føroya harmast um støðuna, men vit meta ikki, at vit kunnu víkja frá greiðu
niðurstøðuni hjá Koronaráðgevingini.
Vinarliga
Nevndin