
Drekin Reyði við nýggjari manning
Bara tveir røðarar halda fram frá manningini í fjør.
Drekin Reyði er 10-mannafarið hjá Argja Róðrarfelag. Hóast Drekin Reyði ikki bleiv bygdur fyrr enn til kappingarárið 2014, so hevur ann sett dám á kappingina líka síðani og myndað kappingina um fremsta plássið. Í 2014 vann báturin FM og allar róðrarnar, meðan báturin bæði í 2015 og 2016 vann róðrar, men har tað ikki rakk til FM.
Nýggj blandað manning
Drekin Reyði er eisini mannaður til kappingina í ár. Óla Hendrik av Fløtum er ein av royndu monnunum, ið hevur verið umborð øll árini og hann tekur eisini eitt tørn í ár, men hann er ein av bara tveimum, ið halda fram frá manningini í fjør.
- Vit eru bara tveir, sum halda fram. Men annars er talan um eina blandaða manning. Onkur hevur ikki róð fyrr, men teir flestu hava royndir frá kappróðri á ymiskum støði. Aldurin er eisini ymiskur. Onkur er ikki meir enn 18 ár, og so eru onkrir farnir uppum 40 ár, sigur Óla Hendrik av Fløtum við Norðlýsið